Fótbóltur

Bólturin rullar aftur í Týsklandi

Tær báðar fremstu deildirnar í fótbólti í Týsklandi byrja aftur í dag. Ein skaði ger at Jóan Símun Edmunsson ikki verður við tá Bielefeld spælur sín fyrsta dyst eftir koronasteðgin í morgin.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-05-16 11:21 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein av teimum stóru fótbóltsdeildunum í Evropa byrjar aftur í dag, nevniliga týska Bundesliga. Tað er lagt upp til brak frá fyrsta bríkslið av, tá arvafíggindarnir Dortmund og Schalke 04 bresta saman.

Tað vera seks dystir í Bundesligaini í dag, meðan tveir vera í morgin og ein mánadagin.

Eisini byrjar næstbesta deildin í Týsklandi aftur í dag, har fýra dystir vera leiktir.

Í morgin sleppa liðfelagarnir hjá Jóan Símun Edmundsson í Bielfeld í gongd aftur, tá teir taka ímóti Osanbruck. Jóan Símun er ikki tøkur til dystin vegna ein skaða í knænum.     

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder