Fótbóltur

Borac Banja Luka - KÍ: Ein størri málmunur hevði sæð betri út

Tá dysturin í Bosnia Hersigovina byrjar í kvøld, er KÍ frammanfyri við einum máli. Ivamálið er so, um tað er nóg stórur málmunur, fyri at meistaraliðið úr Klaksvík kann halda lív í uppgerðini.

Espen Haug og hansara menn gjørdust ov varnir í seinna hálvleiki í fyrra dystinum, hóast teir vóru ein mann í yvirtal. (Mynd: Sverri Egholm)

Espen Haug og hansara menn gjørdust ov varnir í seinna hálvleiki í fyrra dystinum, hóast teir vóru ein mann í yvirtal. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-15 16:25 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ spælir í kvøld klokkan 20 seinna dystin móti Borac Banja Luka í Bosnia Hersigovina.

Betri var, um málmunurin var størri
Sum vit skrivaðu um í gjár, so trúgva veddingarfyritøkurnar ikki uppá ein KÍ sigur í kvøld, hóast fleiri av teimum halda, at tað verður KÍ sum kemur víðari við samanløgdum sigri. Fyritreytirnar høvdu verið heilt øðrvísi og betri fyri KÍ, var málmunurin størri.

Sera nógv stendur uppá spæl hjá føroyameistarunum
Sum fótbóltsmiðilin bolt.fo hevur víst á, so eru nógvar milliónir uppá spæl. Kemur KÍ víðari í kvøld, so eru í minsta lagi 30 milliónir í inntøkum frá altjóða fótbólti tryggjaðar.

Sum bolt.fo eisini vísur á, so er tað soleiðis, at kemur KÍ víðari í kvøld, so er í minsta lagi bólkaspæl (t.e. deildarspæl, red.) í Conference League tryggjað. Tað merkir, at øll liðini spæla seks dystir móti seks ymiskum liðum í somu deild, har øll liðini eru úr ymiskum styrkisbólkum. Tey fremstu átta liðini fara beinleiðis víðari. Liðini sum eru úr nummar 9 til nummar 24 skulu spæla playoff dystir um tey seinastu plássini. Til síðst, so verða 12 tey aftastu beinleiðis útsligin.

Fleiri leikarar koma aftur
Millum annað Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Mads Bo Mikkelsen og Hallur Hansson eru nú aftur úr skaða. Hesir fylla ein stóran part av tí tómrúminum sum hevur verið  í taktiska upplegginum hjá føroyameistarunum.
Sostatt gerst liðið hjá KÍ alsamt sterkari og flestallir eru við í ferðalagnum til Bosnia Hersigovina. Stórspælandi liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen, enn ikki er tøkur vegna skaða. Ungi klaksvíkingurin, Jonn Johannessen, og aldursforsetin á KÍ liðnum, Claes Kronberg, eru heldur ikki við vegna skaða.

Vøllurin og veðrið
Flestøll munnu nú hava lisið um tann ógvuliga hitan, sum KÍ skal spæla í, í kvøld. Helst fara hitastigini at liggja upp ímóti teimum 30, tá KÍ og Borac Banja Luka trína á vøllin í kvøld, klokkan 20:00 føroyska tíð (19:00 lokala tíð).

Heilsufrøðiliga reglugerðin hjá UEFA (UEFA Medical Regulations) loyvir stuttum køli- og drekkisteðgum, um hitin gerst høgur. Hetta verður mált við termometri, ið UEFA dystardelegaturin fær til at nýta.

Reglugerðin vísur á, at um hitastigini eru eitt sindur undir mark, so er tað upp til meting dómarans, um tørvur er á køli- og drekkisteðgi.

Sum vit eisini skrivaðu um í gjár, so tekur leikvøllurin í Banja Luka, Gradski Stadion, knapt 10.000 áskoðarar. Umstøðurnar á leikvøllinum verða á facebook vanganum hjá KÍ kallaðar "okay". 

Lagt er tí upp til ein sera spennandi dyst - helst týdningarmesti dysturin hjá føroyameistarunum í ár.

KÍ Varpið vísir dystin hóskvøldið 15. august klokkan 20, og kostar dysturin 150 krónur.

[object Object]

Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
20:00 Borac Banja Luka - KÍ (1-2)

Les eisini:
- Tað er langt frá Djúpumýru til Gradski Stadion
- Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki uppá KÍ sigur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder