Tað er ein ørgrynna av pengum sum stendur uppá spæl hjá KÍ í annaðkvøld. Megnar KÍ at vinna samanlagt á Borac Banja Luka í Bosnia Hersigovina, hava føroyameistararnir tryggjað sær í minsta lagi bólkaspæl í Conference League.
Vinnur KÍ samanlagt á Borac Banja Luka, er playoff dystur í Europa League á skránni. Vinnur KÍ har, so er bólkaspæl í Europa League á skránni, men verður tað til ósigur, so er bólkaspæl í Conference League á skránni.
Hetta merkir samstundis, at liðið kann tryggjað sær enn størri inntøku í ár, samanborið við árið í fjør. Helst verður inntøkan nakað størri enn árið í fjør.
At nógvar milliónir eru uppá spæl, er eisini galdandi fyri eitt nú veddingarfyritøkurnar. Har munnu mong hava sett nógvar pengar á sítt lið, men til fánýtis. Er ein sokallaður oddsari, so er ein sikkurt nakað glaður fyri KÍ, tá tað kemur til odds. KÍ hevur tikið veddingarfyritøkurnar av bóli nærum árliga, seinastu trý-fýra árini.
Hesi eru oddsini hjá nøkrum at teimum størstu, og kendastu veddingarfyritøkunum kring okkara leiðir, uppá ein KÍ sigur
Bet365: 5.00
Unibet: 4.90
William Hill: 4.75
Danske Spil: 5.25
- Tó við fyrivarni. Hetta er oddsini um 21:30 tíðina, hóskvøldið 14. august
KÍ Varpið vísir dystin hóskvøldið 15. august klokkan 20, og kostar dysturin 150 krónur.
Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
20:00 Borac Banja Luka - KÍ (1-2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald