Sambært Transfermerkt, so tekur leikvøllurin í Banja Luka 9.930 áskoðarar til altjóða dystir. Hetta er væl størri enn hvat heimavøllurin hjá føroysku meistarunum tekur.
Umstøðurnar kring vøllin síggja ikki út av nógvum, men KÍ skrivar á Facebook-vanga sínum, at "umstøðurnar eru okay".
Tað sum eisini verður sermerkt við dystinum, er tann ógvusligi hitin.
Á dystardegnum verður heilt upp í 36 hitastig, og sambært fleiri veðurstovnum, liggur hitin um 30 hitastig tá dysturin verður floytaður í gongd klokkan 20:00 føroyska tíð.
Heilsufrøðiliga reglugerðin hjá UEFA (UEFA Medical Regulations) loyvir stuttum køli- og drekkisteðgum, um hitin gerst høgur. Hetta verður mált við termometri, ið UEFA dystardelegaturin fær til at nýta.
Reglugerðin vísur á, at um hitastigini eru eitt sindur undir mark, so er tað upp til meting dómarans, um tørvur er á køli- og drekkisteðgi.
Sostatt verður talan um ein dyst, har vøllurin, veðrið og umstøðurnar, eru langt frá tí, sum meistaraliðið úr Klaksvík, búleikast á til dagligt.
KÍ Varpið vísir dystin hóskvøldið 15. august klokkan 20, og kostar dysturin 150 krónur.
Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
20:00 Borac Banja Luka - KÍ (1-2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald