2023-07-12 00:32
Føroyska borðtennisliðið á oyggjaleikum endaði á sjeynda plássið í liðkappingini, sum varð avgjørd í dag.
Í innleiðandi bólkaspælinum endaðu Føroyar á fjórða plássi í bólki B við at vinna á Menorca og Hetlandi, og tapa móti Gotlandi, Jersey og Álandi.
Í dag spældu okkara borðtennisleikarar so móti nummar 3 í hinum bólkinum, Grønlandi, men taptu greitt 4-0.
Eftir hetta skuldi spælast um sjeynda plássi móti Caymanoyggjum. Her vunnu Føroyar trygt 4-0.
Í morgin verður farið í gongd við einstaklinga og tvídystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald