Annað

Borðtennis: Føroyskt gull í danskari A-kapping

Føroyskir ungdómsleikarar vingu góð úrslit í Spar Nord Cup í Roskilde.

Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A. Bert aðru ferð nakrantíð, at ein føroyingur hevur vunnið gull í danskari A-kapping (Mynd: Borðtennissamband Føroya)

Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A. Bert aðru ferð nakrantíð, at ein føroyingur hevur vunnið gull í danskari A-kapping (Mynd: Borðtennissamband Føroya)

2025-02-03 18:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seks føroyskir ungdómsleikarar í borðtennis hava um vikuskiftið luttikið í Spar Nord Cup í danska býnum, Roskilde. Føroysku leikararnir vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.

Úrslitini vóru góð, og tað bleiv til fýra føroysk heiðursmerki.

Elsa Kathrina Gisladóttir vann eitt gull, og Rasmus Teitsson í Skorini vann tvey gull og eina bronsu. Elsa Kathrina vann Dame Ungdom B, meðan Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A og Herre Junior C, og bronsu í Drenge B.

Allan leygardagin og nakað út á sunnudagin var Rasmus ikki til at steðga, og 12 ára gamli hoyvíkingurin vann 17 út av teimum fyrstu 17 dystunum, eitt nú ímóti fleiri av stinnastu donskuleikarunum í aldursbólki hansara, sum er U13.

Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur hevur megnað at vunnið gull í einari danskari A-kapping, og bara aðru ferð yvirhøvur.

Á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya er ferðafrásøgn við nógvum myndum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder