Hann hevur verið partur av hópinum í fleiri ár, men tað kann sigast, at veruliga gjøgnumbrotið hjá Børga Petersen í KÍ er komið í ár.
Miðverjin hevur spælt væl fleiri minuttir og í væl fleiri dystum enn undanfarnu árini. Serliga var summarið gott hjá Børga: Hann spældi fulla tíð í dystum móti HB, Ferencvárosi og Häcken, har KÍ vann og helt málið reint.
Børge Petersen við Djúpumýru, tá Ferencváros vitjaði (Myndir: Sverri Egholm)
Áhugi var eisini ymsastaðni frá. Sum skilst var B36 eitt av feløgunum, ið ynskti at knýta miðverjan at hópinum hjá sær. Sáttmálin stóð at ganga út við ársenda, og Børge Petersen er farin undir lesnað í høvuðsstaðnum.
At hann ikki spælir fast í KÍ, tí at spælarar sum Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru í hópinum, kann framvegis vera ein trupulleiki fyri menningina hjá 21-ára gamla miðverjanum. Tó hevur hann valt at skriva undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.
KÍ boðaði í gjár frá, at ein nýggjur tvey-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar. Harvið er málið hjá Børga at álvara bíta seg fastan í byrjanaruppstillingini í 2024 og 2025.
Higartil hevur klaksvíkingurin samanlagt spælt 63 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Børge Petersen hevur verið við til at vunnið fýra føroyameistaraheitið og til at koma víðari í Evropa nakrar ferðir. Hann og liðfelagarnir hava tveir dystir eftir í ár: 30. november og 14. november í bólkaspælinum í Conference League. Tað er ávíkavist heima móti Slovan Bratislava og úti móti Lille.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald