Boris Dosljak kom til føroyskan fótbólt í 2018 og hevur seinastu fýra árini spælt við KÍ, har hann hevur verið við til at vunnið tvey FM-heiti og til fleiri sigrar í Europa League.
Við kappingarenda boðaði hann frá, at hann ikki helt fram í Klaksvík, men at tað var møguleiki fyri, at hann fór at verða verandi í føroyskum fótbólti.
Nú er greitt, at 32-ára gamli leikarin aftur fer at spæla í heimlandinum. Boris Dosljak hevur í dag sjálvur boðað frá, at hann fer at spæla fyri FK Arsenal Tikvat, sum í løtuni liggur á 2. plássi í næstbestu deildini í Montenegro.
Har endaði liðið eisini í fjør. Til tes at flyta upp krevst fyrsta plássi í deildini, ella at enda nummar tvey ella trý og vinna play-offf dystir móti nummar átta ella níggju í bestu deildini.
Boris er á FaroeSoccer skrásettur fyri 108 dystir og 17 mál fyri besta liðið hjá KÍ. Kantspælarin spæld eisini ellivu dystir og skoraði fýra mál í fyrstu deild.
Fótbóltur
Boris skal spæla við FK Arsenal
Álopskendi leikarin spældi fyri KÍ í fýra ár. Nú skal Boris Dosljak stríðast fyri at spæla í bestu deildini í heimlandinum, Montenegro.
Boris Dosljak skorar her á Argjum í 2020. 32-ára gamli leikarin úr Montenegro vendir nú aftur til heimlandið at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
2022-01-11 15:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald