Føroyar skulu í næstu viku spælar avgerandi dystir í hesari Nations League-kappingini. Teir vera í Armenia, hósdagin 14. november, og í Norðurmakedónia 17. november.
Føroyar skulu helst hava fleiri stig fyri at sleppa av aftasta plássinum í bólkinum. Hesa vikuna hava teir heimligu spælararnir, kryddrað við nøkrum U21-spælarin, vant saman. Higartil hevur talan verið um tríggjar venjingar - tann seinasta verður á Tórsvølli í morgin.
Bæði til venjingina í Runavík í kvøld og í Klaksvík týskvøldið, hevði Fótbóltssamband Føroya bjóðað børnum og øðrum at koma framvið at hyggja og ikki minst: Fáa autografar og taka myndir saman við spælarum eftir venjing.
Nýklækti steypavinnarin og A-landsliðsspælarin Ási Dam hevði úr at gera at skriva autografar
Hetta nýtti nógv høvi til. Tað var heldur kalt til báðar venjingarnar, og nakað illfýsi við Løkin í kvøld, men serliga móti endanum av venjingunum sóust nógv fólk, og eftir lokna venjing nýttu føroysku spælarar fitt av tíð til at skriva autografar til spentar fjepparar. Nógvar myndir vórðu eisini tiknar - í kvøld var tað í spælaragongini í Bylgjuni við Løkin.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir
Ímillum heimadystirnar móti Armenia og Lettland vitjaði manslandsliðið á Torginum í SMS, har long bíðirøð var at sleppa framat spælarunum, sum umboða Føroyar á leikvallunum.
Portalurin verður við á ferðini til Armenia og Norðurmakedónia í næstu viku.
Í Klaksvík, týskvøldið:
Eyðun Klakstein, fyribils venjari, tosar við hópin eftir lokna venjing
Roydnu KÍ-spælararnir Odmar Færø og Páll Andrasson Klettskarð fingu beinanvegin pennin í hondini
Borð vóru sett upp, har børn og ung sluppu framat føroysku spælarunum
Í Runavík, í kvøld:
Veðrið til venjing var ikki tað allar besta, men menn koyrdu á
Føroyameistarin Aron Jarnskor Ellingsgaard er ikki í A-landsliðshópinum, men miðvallarin er ein av teimum ungu, sum hevur vant við hesa vikuna. Eisini hann hevði nógv at gera við autografum
René Shaki Joensen
Bíðað varð í tolni eftir at spælarar komu úr skiftingarrúminu seinni eisini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald