Lansliðssteðgurin er av, og nú verður sjóneykan aftur vend ímóti Betrideildin. Avgerandi umførini nærkast, og í dag eru serliga tveir dystir á skránni, ið kunnu koma at fáa stóran týdning - ein heilt frammi í oddinum og ein heilt niðri í botninum.
Betrideildin - 22. umfar
15.00: HB - Skála
Víkingur -AB
16.45: KÍ - TB
17.00: ÍF - EB/Streymur
19.00: NSÍ - B36
Støðan:
1. B36 (50 stig) 21 dystir
2. NSÍ (48 stig) 20 dystir
3. KÍ (45 stig) 20 dystir
4. HB (41 stig) 21 dystir
5. Víkingur (41 stig) 21 dystir
6. Skála (25 stig) 21 dystir
7. TB (19 stig) 21 dystir
8. AB (14 stig) 21 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 21 dystir
10. ÍF (6 stig) 21 dystir
Í teimum báðum dystunum, ið eru fyrst á skránni í dag, skulu liðini ið stríðast um evropeiskt pláss, og sum skulu spæla steypafinalu komandi vikuskifti, royna at vinna heimasigrar. HB hevur eina truplari uppgávu á papprínum; Skála vann í 7. umfari 2-0 á føroyameistarnum í Gundadali. Nú er HB so at siga úti av FM-stríðnum, og Skála er í ongamannalandi. Víkingur hevur vunnið tvær ferðir á Argjum í ár - AB sær í løtuni ikki út til at koma í niðurflytingartrupulleikar.
Víkingur og HB eru í løtuni jøvn í stigum - Hørður Askham verður úti restina av árinum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ og TB skuldu spæla í gjár, men ringa veðrið forðaði fyri hesum. Tí vitjar TB við Djúpumýru í dag. Tá liðið hjá Zoran Pavlovic gjørdi hetta í 7. umfari, vann KÍ heili 7-0. Sonur Zoran, Deni, er við aftur eftir hjá KÍ langt leikbann; eitt leikbann ið verjuleikarin fekk fyri at skallað Ken Fagerberg, ið er ivasamur til dystin í dag, í 1-0 ósigrinum hjá KÍ við Stóra á Jóansøku. Fyri KÍ er tað av alstórum týdningi, at tey trý stigini verða verandi í Klaksvík.
Simen Sandmæl er komin heilt fyri seg aftur, og hann, Jóannes Bjartalíð og hinir í hvítum og bláum skulu í dag royna at basa TB á heimavøll fyri at verða væl við í oddastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)
07 Vestur hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar í 1. deild og sær ikki út sum ein uppflytari. ÍF og EB/Streymur kunnu tó bert hugsavna seg um egin avrik, og royna at syrgja fyri at man ikki liggur aftast, tá 27. umfar eru leikt. Bert 15 stig eru komin í hús samanlagt - hjá ÍF eru fýra av teimum komin á Eiði, har tann fyrsti og einasti sigurin í ár kom í fyrsta dystinum við Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim. Lagt er upp til eitt satt botnbrak í Fløtugerði.
EB/Streymur hevur ikki fingið stig síðani 1-1 javnleikin á Argjum beint fyri Ólavssøku
Við Løkin er oddasessurin uppá spæl, tá tvey sera formsterk lið hittast. B36 og NSÍ hava í langa tíð víst eginleika til at hála stig heim. B36 hevur ikki tapt síðani dystin í Runavík í 7. umfari - NSÍ hevur ikki tapt í fimm mánaðir. B36 er tvey stig frammanfyri men hevur leikt ein dyst fleiri. Hetta er tann fyrri av tveimum oddadystum hjá NSÍ innan fáar dagar - KÍ kemur á vitjan mikukvøldið, og júst KÍ kann leggja trýst á hini liðini við sigri á TB. Talan verður helst um ein sera javnan dyst, har útfallið kann peika greiðari á ein FM-favoritt, áðrenn farið verður undir seinastu umførini.
NSÍ er beint í hølunum á B36 undan dystinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara, og vit dagføra so hvørt ígjøgnum dagin. Botndysturin í Fuglafirði kann síggjast á Rás 1. Hinir - undantikið tann í Klaksvík - kunnu keypast fyri 39 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald