2019-01-13 13:30
2. juni klokkan 13 verður Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og í hesum sambandi fer Bragdið at skipa fyri marathon venjingum.
Vant verður tríggjar ferðir um vikuna fyri fyrst: Týs- og mikudagar klokkan 17 og leygarmorgnar klokkan 8.30. Byrjað verður altíð á Tórsbreyt.
Ikki er neyðugt at melda seg sum lim í Bragdinum fyri at luttaka, skrivar felagið á heimasíðu sína.
Seinni í vár fer felagið at skipa fyri gonguvenjing saman við Krabbameinsfelagnum.
Fyrsti venjingardagurin verður 16. januar klokkan 17, og einasta treytin fyri at luttaka er góðar renniskógvar og venjingarklæðir, sum hóska til veðrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald