Annað

Bragdið Top Run: Jacob tók 12 ára gamla metið

Tá skipað varð fyri bragdið Top Run sunnudagin varð nýtt met sett, tá Jacob Ejby Stengaard kom á mál við tíðini 39.38.

Jacob Ejby Stengaard setti nýtt met fyri Bragdið Top Run sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jacob Ejby Stengaard setti nýtt met fyri Bragdið Top Run sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-07 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 6. juli varð aftur skipað fyri Bragdið Top Run, har runnið vórðu 9,8 kilometrar frá Effo-støðini í Kollfjarðardali upp á Sornfelli, og tá varð nýtt met sett.

Tað var Jacob Ejby Stengaard, sum tók metið við tíðini 39.38, skrivar Bragdið, sum skipaði fyri renningini, í tíðindaskrivi. Gamla metið á 43.04 setti Marnar Djurhuus í 2013.

Og Jacob hevði ikki meira enn fingið luft, so Rógvi Kárason á mál við tíðini 41.12, sum eisini er væl undir gamla metinum. Triði maðurin var Torbjørn Hentze við tíðini 44.31. Allir tríggir eru í Bragdinum.

Á kvinnusíðuni var Maria C Nielsdóttir fyrst á mál við tíðini 58.28. Stutt aftaná kom Katrin Thorsvig á mál, 59.47 og triðja kvinnan var Karoline Ejby Stengaard við tíðini 1.00.05. Hon er kona Jacob, er við barn í sætta mánaða. Felags fyri allar var, at tær runnu Top Run fyri fyrstu ferð. Allar tríggjar eru í Bradginum.

Umframt at met varð sett sunnudagin, setti luttøkan eisini met. 94 høvdu meldað seg til renningina.

Úrslitini frá Bragdið Top Run síggjast her.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá tiltakinum, sum Jens Kr. Vang hevur tikið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder