Annað

Bragi og Elisabeth vunnu seinasta gullið

Bragi og Elisabeth Niclasen vunnu týskvøldið seinasta gullið á Føroyaleikunum 2022.

2022-07-07 12:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftaná at kappríðingin við flúgvarabedingina mátti útsetast sunnudagin vegna nógva regnið, var heldur frægari fyrradagin, og kappingin varð hildin sum ætlað.

Hetta var kapping sum var liður í Føroyaleikum og samstundis var hetta eisini ein partur av FM í kappríðing.

Kappast var í fimm greinum, tølt og skeið á 100 metrum og trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin á 250 metrum.

Seinasta greinin og harvið seinasta greinin til Føroyaleikir, var Tvíspor vaksin l flokkur.

Tá kappast var seinast við Leynavatn, vann Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki. Jóna skuldi eisini ríða Braga hesuferð, men at tí at kappingin varð útsett frá sunnudegi til týskvøld, og Jóna skuldi til Íslands mánadagin, var neyðugt at finna nýtt reiðfólk til Braga. Valið fall á Elisabeth Niclasen, ið hevur riðið nógv kapp.

Tað valið vísti seg at vera gott, Bragi og Elisabeth vunnu trygt sín riðil og høvdu eisini bestu tíðina hjá teimum vasknu hendan dagin.

Nummar tvey gjørdist Svanna við Barbaru Carlsen og báki, og nummar trý gjørdist Máttur og Oskar í Haraldsstovu.

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder