Fótbóltur

Brakið er í Manchester

Grannarnir hittast seinnapartin; Liverpool, Chelea og Arsenal skulu eisini í eldin.

Tað kann gerast heitt, tá grannarnir í Manchester spæla seinnapartin

Tað kann gerast heitt, tá grannarnir í Manchester spæla seinnapartin

2018-11-11 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra teir seinastu dystirnir í 12. umfarið í Premier League verða leiktir í dag. 

12.00: Liverpool - Fulham
14.15: Chelsea - Everton
16.30: Arsenal - Wolves
           City - United

Í gjár vórðu seks dystir: 

Cardiff - Brighton 2-1 (1-1)
Huddersfield - West Ham 1-1 (1-0)
Leicester - Burnley 0-0
Newcastle - Bournemouth 2-1 (2-1)
Southampton - Watford 1-1 (1-0)
Crystal Palace - Tottenham 0-1 (0-0)

Les meira: Tottenham vann ein tættan sigur
                 Cardiff vann týðandi sigur í evstu løtu  

Heilst stóri dysturin í dag er á Ethiad leikvøllinum í Manchester. Tað eru teir ljósabláu móti teimum reyðu; meistararnir móti gamla stórliðnum - Pep ímóti Mourinho. Í mun til fyrr tá liðuni hittust, er City favorittur. Og oddaliðið er rættliliga greiðir favorittur. City hevur ikki tapt í Premier League í ár, og málúrtøkan er 33-4. United er á 8. plássið; níggju stig aftanfyri. 

Liðið hjá Mourinho vísti tó mikukvøldið, at tað ber til hjá teimum at vinna í leiklutinum sum "undertippaðir". United vann 2-1 á Juventus í Italia við tveimum málum seinastu minnuttirnar. Í vár vunnu Pogba og co. eisini 3-2 á nábúgvunum á Etihad. Júst Pogba er ivasamur til uppgerðina í dag; tað er Lukaku eisini. Størsti saknurin hjá City er uttan iva Kevin De Bruyne, ið aftur er skaddur. Talan kann gerast um ein spennandi dyst. 

Chelsea og Liverpool eru tvey stig aftanfyri City, og eru í dag bæði greiðir favorittar á heimavølli; Liverpool í væl størri mun móti botnliðnum. Arsenal vil eisini bjóða av í oddinum og tekur ímóti spennandi uppflytaraliðnum, Wolves, samstundis sum grannauppgerðin í Manchester er. 

Støðan í oddinum: 
1.Manchester City 29 (11 dystir)
2.Chelsea 27 (11 dystir)
3.Liverpool 27 (11 dystir)
4.Tottenham 27 (12 dystir)
5.Arsenal 23 (11 dystir)

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder