Fótbóltur

Brandur: - Granqvist mátti koma ímillum okkum

Illstøða kom í millum leikararnar í hálvleikinum.

(Skíggjamynd: aftonbladet.se)

(Skíggjamynd: aftonbladet.se)

2019-11-19 09:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt sindur av dramatikki var á leikvøllinum í Stockholm í dystinum millum Svøríki og Føroyar í gjárkvøldið. Tað var við strísmanninum úr Skálavík, Brandi Hendrykssyni íhøvuðsleiklutinum.

Illstøðan, sum byrjaði á vøllinum, tá Mattias Svanberg varð harðligur móti skálvíkinginum helt fram inn í leikaratunnlinum, tá farið varð til hálvleik.

Mattias Svanberg fekk gula kortið frá dómarunum fyri hendingina, og eisini Manchester United-verjuleikarin, sum als ikki var á vøllinum í gjár, fekk eisini gult kort, tá hann av útskiftingarbeinkinum segði sína meining um dómaran.

- Nakrir svenskir leikarar stóðu og bíðaðu eftir mær í tunnlinum fyri at siga nøkur orð við meg. Granqvist kom ímillum og sissaði okkum. Hann er ein stórur maður og ein stórur spælari, og ein fyrimynd fyri sínar viðleikarar.

Soleiðis greiddi Brandur Hendriksson frá hendingini fyri svenskum fjølmiðlum eftir dystin. Brandur vildi ikki fortelja hvørjir leikararnir vóru, sum stóðu og bíðaðu eftir honum.

Maðurin, sum kom ímillum, er vanligi liðskiparin hjá svenska landsliðnum, Andreas Granqvist, sum ikki spældi við í gjár.

Á heimasíðuni hjá Aftonbladet sæst ein samrøða við Brand Hendriksson um hendingina. Her sæst eisini, at føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, ikki kann lata vera við at spæla Brandi eitt puss, tá hann gongur framvið meðan upptøkan fer fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder