2019-02-07 12:52
Mikukvøldið 6. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi, skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaður Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimur stóðu fyri valið. Brandur Jacobsen, Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen, øll stillaðu uppaftur og vóru afturvald, skrivar Víkingur á heimasíðuni.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg.
Nevndin hjá Víkingi :
Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald