Fótbóltur

Brandur helst á veg úr íslendskum fótbólti

Danska Tipsbladet væntar at hann skiftir felag tá flytingargluggarnir lata uppaftur.

Brandur Hendriksson í dysti fyri Føroyar móti Spania (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson í dysti fyri Føroyar móti Spania (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-22 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

23 ára gamli landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson Olsen úr Skálavík, er eftir øllum at døma veg úr íslendskum fótbólti fyri at spæla í einum størri skandinaviskum felag, enn FH í Íslandi, har Brandur hevur spælt seinatu tíðina.

Danska tipsblaðið hevur grein um Brand í dag, har umboðsmaðurin hjá honum, Jákup í Stórustovu váttar, at áhugi er fyri Brandi í Skandinavia. Ein íslendsk heimasíða hevur fyrr skrivað, at Brandur longu hevur skrivað sáttmála við danskt felag, men hesi tíðindini verða kortini afturvíst.

Tipsbladet veit at siga, at fleiri donsk feløg eru áhugað í at fáa fatur á Brandi, tá flytingargluggarnir lata upp aftur í januar mánaði.

Brandur Olsen er framvegis eitt navn í Danmark, serliga fyri avgerandi málið í steypafinaluni í 2015, tá Brandur Olsen við einum flottum máli tryggjaði FC København steypasigurin í longdu leiktíðini móti FC Vestsjælland.

Seinni skrivaði Brandur sáttmála við Randers FC, men har varð hann raktur av álvarsligum skaða í knænum.

Í fjør flutti hann so til FH í Hafnarfirði, og Brandur hevur gjørt vart við seg við m.a. at skora 18 mál í 55 dystum, skrivar Tipsbladet.

Sáttmálin hjá Brandi gongur fram til oktober 2021, men eftir góðan innsats á miðvøllinum fyri bæði FH og serliga fyri føroyska landsliðið, eru tað eftir øllum at døma nú áhugi fyri honum aðrastaðni eisini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder