Fótbóltur

Brandur Hendriksson í gulum

Hann vendir aftur til føroyskan fótbólt og fer at spæla við NSÍ.

(Mynd: NSÍ)

(Mynd: NSÍ)

2025-01-04 16:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brandur Hendriksson Olsen vendir aftur til føroyskan fótbólt, og hevur skrivað undir við NSÍ.

Í eina tíð hevur verið greitt at Brandur Hendriksson ikki heldur fram í norska Fredrikstad.

Í dag kunnger NSÍ, at 29 ára gamli landsliðsleikarin er at spæla í gulum.

Skálvíkingurin hevur í ár annars verið nakað skaðadarvaður.

Fyrr í ár vunnu hann og liðfelagarnir í Fredrikstad norska steypakappinga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder