Eftir tvey kappingár í Fredrikstad fer Brandur Hendriksson Olsen víðari. Hetta kunnger norska felagið í dag.
Mikkjal Thomassen var við at fáa føroyingin til felagið á vetri 2023, har hann kom heilt fyri seg eftir krossbandsskaða nummar tvey.
Brandur var í fjør við at fáa Fredrikstad upp í bestu norsku deildina fyri fyrstu ferð í tólv ár við millum annað trimum málum og tveimum uppleggum.
Í ár hevur skálvíkingurin verið nakað skaðadarvaður. Hann hevur tó spælt samanlagt 24 dystir, men er ikki byrjaður inni í einari rúgvu av teimum.
Fredrikstad fer at takka føroyinginum og tveimum øðrum, hvørs sáttmáli ikki verður longdur, til seinasta heimadystin mót HamKam.
Annars bíða Brandur, Bjartalíð og hinir eftir norsku steypafinaluni 7. desember, har Molde er mótstøðuliðið.
Hvat føroyski landsliðsmiðvallarin spælir næsta ár er í løtuni óvist. Áhugi var aðrastaðni í Noreg í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald