Seinnapartin spælir NSÍ fyri at gerast fyrsta føroyska liðið í ár at basa KÍ og fyri at royna at yvirhála HB í stríðnum um 2. plássið.
Tað verður tó ikki við Brandi Hendriksson Olsen á miðvøllinum. 29-ára gamli skálvíkingurin hevur annars spælt í øllum dystunum hjá NSÍ í ár, fyriuttan tá hann hevði leikbann, og í øllum landsdystunum. Í dag skal landsliðsprofilurin tó ikki spæla dyst - hann skal undir skurð.
Til venjing hóskvøldið gekk galið við knænum. Sum Eysturoyarportalurin skrivar, so var greitt, at talan var um álvarsaman skaða, og skal Brandur Hendriksson undir skurð í dag.
![]()
Brandur Hendiksson hevur sum væntað verið stórur profilur hjá NSÍ í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandið tvær ferðir - fyrru ferð í Randers í 2017 og síðani í Helsingborg í 2022.
Hesaferð er talan um meniskin. Harvið sær tað tíbetur ikki út til at vera eins álvarsamur skaði sum krossbandsskaði, men hetta er ein smeitur fyri Brand Hendriksson, landsliðið og helst NSÍ.
Júst í dag er NSÍ eisini uttan Klæmint Andrasson Olsen, sum fekk skaða í knæðið í Gundadali sunnudagin.
Tað er upplýst enn, hvat fyri skurðviðgerð talan er um. Tað eru eisini ymisk sløg av meniskskaða. Sambært upplýsingunum hjá Portalinum er talan um ein skaða, sum helst heldur Brandi úti í nakrar mánaðar.
Kappingarárið í Føroyum byrjar aftur fyrst í mars - um stórar fýra mánaðir. Tað tykist púra vist, at Brandur Hendriksson Olsen ikki verður við í Kroatia mitt í november, tá Føroyar fara eftir HM-møguleikanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald