Tað var óvæntað - serliga eftir 0-1 ósigurin í fyrra dystinum, ið var í Helsingborg leygardagin. Tá høvdu teir reyðkløddu einki skot á mál, og Halmstad hevði undan dystinum í kvøld ikki latið fleiri enn eitt mál inn í nøkrum heimadysti.
Tað vil siga, at tá heimaliðið javnaði, sjey minuttir eftir leiðslumálið hjá Helsingborg, so sá tað tungt út hjá liðnum, sum í 2021 hevur spælt í Superettan. 0-1 málið var Brandur Hendriksson annars upphavsmaður til. Skálvíkingurin fekk bóltin nakað til vinstru og beint aftanfyri miðlinjuna og sendi eina langa og góða alvering í dýbdina og nakað til høgru. Har tók Wilhelm Loeper ímóti bóltinum og beindi hann síðani hegnisliga uppum Halmstad-málverjan og í netið.
Málini og dystarfrásøgn úr Halmstad sæst her
Helsingborg skuldi hava minst eitt slíkt afturat, og í 2. hálvleiki varð jagstrað. Tað gav úrslit, tá toppskjúttin Anthony van den Hurk í 84. minutti kastaði seg fram og stútaði bóltin í málið til 1-2. Útivallarmál telja í upp- og niðurflytingardystunum í Svøríki, og tískil vóru Brandur og liðfelagarnir nú á veg upp í Allsvenskan.
(Mynd: Helsingborg IF)
Hetta varð staðfest, tá finnin Rasmus Karjalaeinen eftir 90 minuttir gjørdi sær dælt av einari verjuvilli hjá heimaliðnum: 1-3 og so kundu útiáskoðarnir av álvara byrja uppá uppflytingarveitsluna.
Hon er í gongd nú, og tað er at fegnast um, at Brandur Hendriksson Olsen og liðfelagirnir skulu spæla í Allsvenskan í 2022. Skálvíkingurin, ið fyllur 26 í næstu viku, og fekk gult kort í fyrsta minutti, spældi allar 90 minuttirnar í avgerandi dystinum. Hann hevur verið ein fastur og týdningarmikil leikari á liðnum í ár.
Helsingborg endaði nummar trý í næstbestu deildini og eftir samlaða 3-2 sigurin í upp- og niðurflytingardystinum er greitt, at liðið flytur upp saman við Värnamo og GIF Sundsvall. Umframt Halmstad, fara Örebro og Östersunds niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald