Hondbóltur

Brandur: Stuttligt við slíkari byrjan

Tað sá svart út eina løtu, men vit vísa øgiliga mentala styrki við at koma aftur, sigur skálvíkingurin eftir 4-3 sigurin í sínum fyrsta almenna dysti fyri NSÍ - hann avgjørdi sjálvur í yvirtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-09 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin hjá Brandi Hendriksson Olsen í føroyskum vaksnamannafótbólti gjørdist minniligur.

29-ára gamli skálvíkingurin avgjørdi við flottum beinleiðis frísparki, og tryggjaði harvið einum av fremstu FM-biðlunum trý stig móti B36.

[object Object][object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Sí eisini: NSÍ vann málveitsluna við Løkin

Útiliðið var annars á odda 3-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Símun Sólheim nærum mansuppdekkaði Brand. 

Landsliðsmiðvallarin setur í brotinum omanfyri orð á serstøku upplivingina, og at hetta er rætta tíðin hjá honum at koma aftur til Føroya at spæla.

Sí eisini: Brandur avgjørdi við frísparki í 95.minutti

NSÍ - B36 4-3 (0-1)
2' Bogi Reinert-Petersen, br 0-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 1-1
66' Jógvan Kárason Gullfoss 1-2
69' Bogi Reinert-Petersen 1-3
71' Klæmint Andrasson Olsen 2-3
82' Petur Knudsen, br. 3-3
90 (+5)' Brandur Hendriksson Olsen 4-3

Stigatalvan eftir 1. umfar
1. KÍ 3 stig
2. NSÍ 3 stig
3. HB 3 stig
4. Víkingur 1 stig
5. TB 1 stig
6. FC Suðuroy 0 stig*
7. EB/Streymur 0 stig*
8. B68 0 stig
9. B36 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig 

*Ætlaði dysturin í Vági varð ikki spældur vegna veður. Hann verður sum skilst spældur 22. ella 23. mars.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder