
Fyrsti dystur hjá FC Suðuroy í Betrideildini í tíggju ár má bíðað eina løtu afturat. Hetta er greitt, eftir at FSF í samráð við feløgini hevur tikið avgerð um at útseta FC - Suðuroy, sum skuldi vera í morgin.
Hetta skrivar bolt.fo.
Teir hjá EB/Streymi eru harvið ikki í váða fyri at fara suður fyri síðani at fáa eina útseting.
Tað er keðiliga veðurforsøgnin, í mun til vind og ætt Vesturi á Eiðinum í Vági, sum er orsøkin til avgerðina. Sum skilst verða hinir tríggir dystirnir í morgin spældir sum ætlað.
Betrideildin, 1. umfar:
Í gjár, fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2
Sí eisini: Tað helt heim hjá HB
Sunnudagin 9. mars
14.00: FC Suðuroy - EB/Streymur Útsettur
14.45: TB - Víkingur
15.00: NSÍ - B36
15.00: KÍ - 07 Vestur
Sum Portalurin skilur, so hava feløgini funnið semju um at spæla dysti vikuskiftið 22. 23. mars. Endaliga dagfestingin er ikki váttað. A-landsliðið er avstað, tá men einki bendir á, at FC Suðuroy og EB/Streymur fáa nakran spælara úttiknan.
U21-landsliðið, sum ikki hevur nakran venjara í løtuni, hevur sum skilst møguliga venjingar í tí vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald