
Teir báðir dystirnir í 1. umfari í bestu mansdeildini, sum byrjaðu klokkan 15, endaðu við heimasigrum til favorittarnar. Tað var tó als ikki lætt spæl hjá NSÍ og KÍ, og serliga við Løkin noyddust teir á heimaliðnum at grava djúpt.
B36 kom á odda í sínum fyrsta álopi, tá Jann Benjaminsen gjørdi brotspark. Hetta umsetti Bogi Reinert-Petersen trygt til 0-1. Restina av 1. hálvleiki hevði NSÍ bóltin heilt nógv men skapti lítið móti vælskipaðum B36-verjuparti. Í 63. minutti bragdaði, tá Klæmint Andrasson Olsen skoraði eftir frísparksinnleggi frá Brandi Hendriksson.
Undir tveir minuttir farnir og so er 1-0 við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
Seks minuttir seinni var 1-3. Fyrst skoraði innskifti Jógvan Kárason Gullfoss eftir enn eitt mistak frá fyrrverandi B36-liðformanninum á høgra bakki hjá NSÍ, og síðani gjørdist fuglfirðingurin hjá B36 tvífaldur málskjútti.
Klæmint og NSÍ svaraðu skjótt aftur - hetta var mál nummar tvey hjá rituvíkinginum í sínum dysti nummar 400 fyri besta liðið hjá NSÍ. Tað var undirhaldandi og nógv stóð á, og eftir 81 minuttir fekk NSÍ eitt brotspark, ið sá út til at vera í minsta lagi tunt. Petur Knudsen umsetti tað til 3-3.
Brandur Hendriksson hevði Símun Sólheim sum eitt slag av skugga gjøgnum dystin. Men tá 94 minuttir vóru spældir og NSÍ fekk fríspark stutt uttanfyri B36-brotsteigin, slapp 29-ára gamli skálvíkingurin at skjóta frítt. Tað var sum um, at hetta stóð skrivað í stjørnunum, og við einum frálíkum skoti upp í málhornið avgjørdi Brandur sín fyrsta vaksmannadyst í føroyskari kapping.
Tað stóð nógv á, men til endast kundu áskoðarar og spælarar hjá heimaliðnum fegnast (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir her: NSÍ vann málveitsluna við Løkin
Frá 1-3 til 4-3. Ein av biðlunum til allarfremstu plássunum fekk góða byrjan eftir stórt drama, meðan tað er ógvuliga súrt hjá B36 ikki at fáa nakað við frá Runavík.
NSÍ - B36 4-3 (0-1)
2' Bogi Reinert-Petersen, br 0-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 1-1
66' Jógvan Kárason Gullfoss 1-2
69' Bogi Reinert-Petersen 1-3
71' Klæmint Andrasson Olsen 2-3
82' Petur Knudsen, br. 3-3
90 (+5)' Brandur Hendriksson Olsen 4-3
Sí meira um dystin her
Páll heldur fram í sama lagi
Í Klaksvík javnaði 07 Vestur tveir minuttir eftir, at heimaliðið hevði lagt seg á odda. KÍ fekk leiðsluna aftur tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Páll Andrasson Klettskarð aftur var á rætta staðnum í brotsteigin.
Sigurin hjá KÍ var ikki heilt sannførandi. Punktum varð sett í yvirtíðini, tá Deni Pavlovic skoraði í sambandi við hornaspark. Trý má og trý stig til stórfavorittarnar. Toppskjúttin í Betrideildini í fjør skoraði tvey mál, og Páll legði upp til tað triðja.
KÍ - 07 Vestur 3-1 (1-1)
22' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
24' Casper Gedsted Hansen 1-1
56' Páll Andrasson Klettskarð 2-1
90 (+1)' Deni Pavlovic 3-1
Sí meira um dystin her
Fyrr í dag fekk TB eitt óvæntað stig móti føroyameistarunum úr Víkingi.
TB - Víkingur 1-1 (0-0)
69' Jákup Johansen 0-1
73' Samudeen Musah, br. 1-1
Les eisini: TB tók øll á bóli
Stigatalvan eftir 1. umfar
1. KÍ 3 stig
2. NSÍ 3 stig
3. HB 3 stig
4. Víkingur 1 stig
5. TB 1 stig
6. FC Suðuroy 0 stig *
7. EB/Streymur 0 stig *
8. B68 0 stig
9. B36 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig
* Ætlaði dysturin í Vági varð ikki spældur vegna veður. Hann verður sum skilst spældur 22. ella 23. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald