Fótbóltur

TB tók øll á bóli

Uppflytararnir og føroyameistararnir spældu 1-1 javnleik við Stóra.

Samudeen Musah, sum skoraði brotsparkið ið endaliga sendi TB upp í fjør, javnaði við brotsparki stutt eftir málið hjá Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samudeen Musah, sum skoraði brotsparkið ið endaliga sendi TB upp í fjør, javnaði við brotsparki stutt eftir málið hjá Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-09 16:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør fingu føroyameistararnir úr Víkingi fullan pott móti øllum liðunum uttanfyri topp-trý. Nú eitt umfar er spælt í 2025 hevur Víkingur eitt stig eftir javnleik móti øðrum av uppflytarunum.

Fleiri spurnartekin hava verið kring TB-liðið, sum tó hevur fingið nakað av styrki, men undir fyribils venjaranum Karl Øster eydnaðist at fáa eina frálíka byrjan uppá kappingarárið.

Sí eisini: TB-formaðurin: Tað vóru samstarvstrupulleikar í venjaratoyminum

Víkingur hevði leikligu yvirvágina, men TB'arnir arbeiddu hart, og danski málverjin Anders Tønnesen hevði nakrar góðar bjaringar.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk innskifti Jákup Johansen hol á, men bert fýra minuttir seinni javnaði TB við brotssparki. Tað var Samudeen Musah, ið skoraði til 1-1. 

Hetta varð endaliga úrslitið í Trongisvági. TB helt fast, og føroyameistararnir hava ein heldur tungan túr norður um Suðuroyarfjørð. Ein mynd av at TB er í betri skørum enn nógv væntaðu, og at Víkingur ikki er heilt á sama staði sum í fjør.

TB - Víkingur 1-1 (0-0)
69' Jákup Johansen 0-1
73' Samudeen Musah, br. 1-1

Sí meira um dystin HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder