Heilt ímóti endanum í heimadystinum móti Skotlandi 12. oktober fekk Brandur Hendriksson Olsen sítt seinna gula kort í hesari undankappingini. Tað merkti, at miðvallarin varð noyddur at sita á áskoðaraplássinum fríggjakvøldið í tí, sum hann kallar "sítt annað heim"
Sí eisini: Brandur: - Hetta fer at taka nakrar dagar at koma yvir
Fyrrverandi FCK-leikarin sá liðfelagar sínar stríðast og eisini fáa eitt mál í Parkini - í kvøld er hann tøkur til at spæla saman við teimum, tá Føroyar seta punktum fyri undankappingini á Nethanya leikvøllinum nærhendis Tel Aviv.
Brandur Hendriksson Olsen til venjing á Nethanya í gjár - nú sleppur hann endliga aftur í dyst fyri Føroyar (Mynd: FSF)
Tað er helst eingin ivi um, at 25-ára gamli skálvíkingurin, ið er fastur maður hjá Helsingborg í Svøríki, fer at byrja inni í kvøld. Ein møguleiki er, at hann kemur beinleiðis inn sum avloysari hjá leikbannaða Gunnar Vatnhamar - ein annar við liðnum er, at Føroyar fara at spæla við fimm á miðvøllinum hesuferð og harvið taka ein úr verjuketuni.
Brandur hevur havt nógv sterk avrik í hesari undankappingini, og til dømis í dystinum móti Skotlandi var tað serliga hann av føroysku leikarunum, ið skotskir miðlar bitu merki í.
Fyrsta bríksl á Nethanya leikvøllinum í Ísrael í kvøld verður klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald