Tað tók eina løtu hjá Brandi Hendrikssyni at koma í gongd við at seta orð á sínar kenslur eftir dystin móti Skotlandi á Tórsvølli, har útiliðið skoraði einansta málið í dystinum fimm minuttir fyri leiklut, segði hann síðani millum annað.
- Vit hava flutt okkum munandi í tí offensiva spælinum, har vit spæla meira primitivt nú, men har Gunnar vinnur níggju útav tíggju duellum, og tað skapar nakað.
Skálvíkingurin viðurkennur at tað so manglar at fáa fáa mál uppá hesar vandamiklu støðurnar, men hann er vælnøgdur við, hvussu liðið hevur flutt seg á ymsan hátt.
25-ára gamli miðvallarin, ið aftur í dag var eyðsýndur, er tó keddur av, at eitt gult kort seint í dystinum, ið hann ikki heilt skilur, forðar honum í at spæla dystin í Parkini um ein mann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald