placeholder
Annað

Brasilia skal vísa klassan

Neymar og co. skulu aftur í eldin í dag. Í kvøld er evropeisk lyklauppgerð í bólki E.

Steven Zuber javnar her ímóti Brasilia. 1-1 javnelikurin ger bólkin, ið aftur skal í gongd í dag, sera opnan

Steven Zuber javnar her ímóti Brasilia. 1-1 javnelikurin ger bólkin, ið aftur skal í gongd í dag, sera opnan

2018-06-22 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"HM byrjar ikki av álvara, fyrrenn Brasilia kemur inn í kappingina" Hetta er hoyrt fyrr. Men Brasilia hevur higartil ikki givið tað heilt stóra íkastið til HM í Russlandi. Eitt frálíkt mál frá Philippe Coutinho í 20. minutti í dystinum ímóti Sveis. Men so heldur ikki meira enn tað.

Hóast Brasil spældi ímóti við einum sterkum og vælskipaðum sveisiskum liðið, so var tað ikki nógvur sambafótbóltur yvir "O Selecao" í 1-1 javnleikinum. Sveis javnaði stutt inn í 2.hálvleik, har brasilumenn undir dystinum og eftir dystin gjørdi ógvusliga vart við, at tað burdi verið dømt fríspark í støðuni. Hvussu er og ikki: 1 stig og eitt ávíst trýst á Brasil undan dystinum ímóti sensatiónsliðinum frá 2014 í HM í Brasilia: Kosta Rika

Miðamerikanska landið verður helst ikki leingi í hesum endaspælinum. Tað kom ikki nógv burturúr í 1-0 ósigrinum fyri Serbia. Men Kosta Rika kann gera tað sera trupult fyri Brasilia.

Neymar er við frá byrjan og spælir fullan dyst, hóast hann ikki sá heilt til reiðar út ímóti Sveis, og hóast hann noyddist haltandi út til venjing fyrr í vikuni. Trý stig og gott fótbóltsspæl er eitt krav til hann og liðfelagarnar frá fólkinum í Brasilia og flestu fótbóltsáhugaðum.

Klokkan 19.00 er ein avgerandi dystur á skránni. Hetta er á pappírinum mett at verða lykladysturin í bólkinum. Hvør kemur víðari úr bólkinum saman við Brasilia: Sveis ella Serbia? Suðuramerikanska landið kann ikki endaliga tryggja sær pláss fyrrenn seinasta leikumfar, og evropeisku londini vilja gera alt fyri at tey taka bæði plássini í áttandpartsfinaluni.

Sveis er ein favorittur í kvøld, og góða avrikið og stigið ímóti Brasilia stuðlar uppundir hesum. Men um Serbia vinnur dystin, so er liðið av Balkan, eins og nábúgvarnir Kroatia, til reiðar til áttandapartsfinaluna.

Nógv stendur upp á spæl í dag í dystunum áðrenn og aftaná dystin hjá Íslandi, og bólkur E kann gerast heilt spennandi.

13.00: Brasilia  - Kosta Rika
19.00: Serbia - Sveis

Báðir dystirnir kunnu síggjast á DR1. KVF vísir fyrra dystin beinleiðis í sjónvarpinum og báðar á heimasíðuni.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder