2019-01-18 16:43
Fyrrverandi brasilski bóltsnillingurin, Rivaldo, hevur nú fingið sítt fyrsta venjarastarv.
Rivaldo, sum vann HM við Brasilia í 2002, og m.a. spældi við Barcelona frá 1997 til 2002, skal nú venja marokkanska fótbóltsliðið Sporting Club Chabab Mohammedia.
Felagið, sum Rivaldo skal venja, er neyvan nakað, sum fer at gera um seg á altjóða støði, og tí er undrunarvert, at felagið hevur megnað at fáa eina slíka brasilianska legendu at venja besta liðið.
Rivaldo varð kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 1999, hann spældi 74 dystir fyri brasilianska landsliðið, har hann skeyt 35 mál, og hann spældi 157 dystir fyri Barcelona, har hann skeyt 86 mál. Hann umboðaði 15 feløg í síni 24 ára longu yrkisleið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald