Fótbóltur

Svensk kvinna fyrsti útlendski landsliðsvenjarin í Brasil

Pia Sundhage er fyrsti útlendski venjarin sum brasilska fótbóltssambandið nakrantíð hevur sett.

Pia Sundhage (Mynd: EPA)

Pia Sundhage (Mynd: EPA)

2019-07-25 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

59 ára gamla Pia Sundhage úr Svøríki skrivar søgu. Hon er nevniliga vorðin nýggjur venjari hjá brasilska kvinnulandsliðnum í fótbólti, og er hetta fyrstu ferð brasilska fótbóltssambandið setur ein útlendskan venjara til kvinnu- ella manslandsliðið.

- Eg eri sera fegin um møguleikan. Brasil er eitt fantastiskt fótbóltsland við nógvum dugnaligum leikarum, sum eg gleði meg til at læra at kenna og arbeiða saman við, sigur Pia Sundhage sambært TV2.

Pia Sundhage var venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá USA frá 2008 til 2012 og hjá svenska kvinnulandsliðnum frá 2012 til 2017.

Við USA vann hon OL-gull í bæði 2008 og 2012 og HM-silvur í 2011. Við Svøríki vann hon OL-silvur í 2016.

Sum fótbóltsleikari hevur Pia Sundhage spælt 146 landsdystir fyri svenska landsliðið.

Hon hevur yvirtikið starvið sum venjari frá Oswaldo Alvarez, sum í vikuni varð koyrdur eftir at liðið hevði fingið vónbrótandi úrslit í HM í Fraklandi, har Brasil tapti 8. partsfinaluna til vertstjóðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder