Føroyski landsliðsvenjarin ásannaði, at tað var ein dystur millum tvey heilt ymisk lið og tveir heilt ymiskar hondbóltsstílar, sum hittust í Berlin í kvøld.
- Eins og eg hevði óttast frammanundan, so gjørdist Poland okkara størsta forðing. Eg haldi, at tit vóru tað besta liðið, sum vit hava møtt í hesi kappingini, segði Peter Bredsdorff Larsen við polska starvsfelaga sín á tíðindafundinum eftir dystin.
- Vit stríddust við tí, vit høvdu, men hetta var dreingir móti monnum, sum vit sóu á vøllinum í kvøld. Eg skal viðganga, at eg framvegis trúði upp á sigur, tá tað stóð 26-26 seint í dystinum, men so skrædnaði tað fyri okkum.
Polski venjarin, Michal Skórski, var fáorðaður á tíðindafundinum.
- Eftir tveir ósigrar skuldu vit vinna í kvøld, og tíbetur eydnaðist tað fyri okkum uttan at nakar kom til skaða.
- Men eg má rósa Peter Bredsdorff fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Føroyar eru eitt gott lið, staðfesti polski venjarin.
Hvat nú, vildi ein av útlendsku miðlamonnunum hava at vita, hvat verður tað næsta hjá føroyska landsliðnum?
- Vit komu higar fyri at skapa góð úrslit, og tað er eisini ætlanin hjá okkum framyvir. Hetta er ikki tað seinasta, sum tit hava sæð til hetta liðið. Tit mugu minnast til, at vit eru liðið við lægsta miðalaldri, go hesir dreingirnir hava framtíðina fyri sær, og tað eru eisini nakrir ungir spælarar afturat, sum standa og bíða eftir at sleppa við, segði Peter Bredsdorff.
- Vit hava nú funnið okkara heilt egna stíl, sum byggir upp á kvikleika. Vit spæla eitt slag av hondbólti, sum onnur ikki spæla, spennandi hondbólt, og tað er framvegis okkara ætlan at skapa stór úrslit, segði Peter Bredsdorff Larsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald