Í fjør spældi Breiðablik bólkaspæl í Conference League. Tá var Klæmint Andrasson Olsen partur av liðnum og skoraði eisini í júst bólkaspælinum: Tvey mál í Tel Aviv.
Nú er áleyparin aftur í NSÍ, meðan Patrik Johannesen er tøkur aftur eftir drúgvan skaðasteðg.
Tvøramaðurin fekk ongan evropeiskan dyst við í fjør og byrjar nógv á bonkinum fyri tíðina. Hann kom ikki á vøllin í fyrra dystinum, og í Kosovo í gjár spældi føroyski landsliðsspælarin teir seinastu tólv minuttirnar av vanligu leiktíðini.
Tá var tað ov seint hjá Breiðabliki, sum var aftanfyri 3-1 samanlagt. Tað endaði eisini soleiðis.
Drita vann 2-1 í Kópavági og vann 1-0 í Kosovo í gjárkvøldið. Harvið er Breiðablik, sum annars kom víðari móti liði úr Norðurmakedónia í 1. umfari, liðugt í evropeiskum fótbólti í ár.
Í morgin klokkan 19 skulu Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík royna at venda 0-1 tapið frá heimadystinum til víðari luttøku. Hetta í Albania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald