Klæmint Andrasson Olsen royndi einaferð at koma víðari í Evropa sum NSÍ-leikari - í 2020. Um rituvíkingurin nakrantíð fer at uppliva tað aftur er ivasamt, men føroyski landsliðsáleyparin hevur nú roynt at komið víðari tvær ferðir í Champions League við Breiðablik. Fyrru ferð í undanumfarinum, har íslendsku meistararnir vunnu bólkin við stórsigrum á Buducnost og Tre Fiori, og síðani heldur óvæntað í 1. umfari móti Shamrock Rovers.
Breiðablik vann fyrra dystin í Írlandi. Tá spældi Klæmint Andrasson Olsen allar 90 minuttirnar. Í gjár kom rituvíkingurin á vøllin í 89. minutti. Tá var alt avgjørt. Breiðablik legði seg á odda eftir eitt korter, og í 58. minutti bleiv tað 3-0 samanlagt.
Útiliðið minkaði um munin við brotssparki í 65. minutti, men Breiðablik vann uppiborið og skal spæla móti danska stórfelagnum FCK í 2. umfari. Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík týskvøldið og seinni dysturin í Keypmannahavn mikudagin 2. august.
Harvið skal 33-ára Klæmint Olsen í Parkina at spæla aftur og ikki til Klaksvíkar ella Budapest. Sum tapari av dystinum skal Shamrock Rovers spæla móti liðnum, sum tapir í Ungarn seinni í 2. umfari í Conference League.
Hini bæði føroyingafeløgini í bestu íslendsku deildini spæla í Conference League. Gunnar Vatnhamar og Víkingur taptu 2-0 í Riga í síðstu viku og skulu royna at venda tí í Reykjavík hósdagin. Pætur Petersen og KA vunnu 2-0 á Connah's Quay á heimavølli í síðstu viku - nú er liðið av Akureyri í Wales og fyrireikar seg uppá at gera arbeiði liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald