Undan fyrru dystunum í fyrsta umfarinum í Champions League bendi rímiliga nógv á, at føroysku og íslendsku meistararnir fóru at renna seg í hvønn annan í Conference League.
Tapararnir í hesum umfarinum í fremstu kappingini hjá UEFA fara yvir í Conference League, og serliga KÍ er í leiklutinum sum undirtippað í sinari uppgerð. KÍ fekk tó gott úrslit móti ungarsku meistarunum í gjár, men skal framvegis gera so at siga alr rætt fyri koma longur. Breiðablik hiti Shamrock Rovers og megnaði at vinna í Írlandi.
Verjuspælarin Damir Muminovic skoraði einsamalla málið á Tallaght leikvøllinum í Dublin. Hetta var eftir beinleiðis fríspark í 39. minutti, og talan var um eina rakett.
Málið sæst á mbl.is
Breiðablik við atsókn Klæmint Andrasson Olsen sæst aftast (Mynd: mbl.is)
Klæmint Andrasson Olsen spældi allar 90 minuttirnar í sigrinum hjá Breiðablik (Mynd: Sverri Egholm)
Útiliðið hevði naskar royndir áðrenn, og Morgunblaðið skrivar, at fyrstu tjúgu minuttirnar var føroyingurin nær við tvær ferðir. Klæmint Andrasson Olsen spældi allan dystin sum miðáleypari og stríddis heilt væl. Hann var eisini nær við at skora, men tað endaði 0-1.
Hetta er eitt heilt gott úrslit hjá rituvíkinginum og liðfeløgunum at taka við sær til Íslands aftur. Breiðablik spælir landskappingardyst móti Fram í Reykjavík fríggjakvøldið. Týskvøldið taka Klæmint og teir ímóti Shamrock Rovers og hava góðan møguleika at spæla seg í 2. umfar í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald