Malmø, Svøríki (Portalurin) Malmö FF vísti sera ansið spæl, ið ikki líkist teirra vanligu tilgongd til slíkar dystir. Tað hevur tó víst seg at riggað.
Fyrstu 15 minuttirnar var føroyameistaraliðið omaná í spælinum. Eina løtu tóktist tað sum at KÍ var omaná, men tað vardi bert eina løtu.
Við einum dundurskoti frá Lasse Berg Johnsen úr 30 metrum, leggur Malmö FF seg á odda. Eitt dreyma mál, ið fáur málmaður hevði klára at tikið.
Nógv long innkøst frá Árna Frederiksberg næstu løturnar , men tað bleiv aldrin vandamikið. KÍ hevur havt nakrar málmøguleikar, men hevur ikki megna at umsett til mál.
Tað var ein verjufeilur av teimum heilt stóru, tá Claes Kronberg í egnum brotsteigarmarki skuldi spæla bóltin til ein liðfelaga, men í staðin fyri varð ein málmøguleiki serveraður á einum silvurfatið til Malmö FF, sum Hugo Bolin eirindaleysur umsetti til mál.
Tað skuldi vísa seg at blíva langskot, ið Malmö FF gagnnýtti best. Úr umleið 35 metrum er tað enn einaferð nummar 23 hjá Malmö FF, Lasse Berg Johnsen, ið setti bóltin hegnisliga í netið.
Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ (1-0)
Stroyming: tv.ki.fo
Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og vit hava ymiskt tilfar undir og eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald