07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við Vendsyssel um tveir ungar spælarar. Hesum hevur felagið boðað frá innan seinasta samdøgrið.
Annar hevur eitt spennandi CV. Talan er um 21 gamla bretan Benni Smales-Braithwaite.
- Benni hevur havt ein sera spennandi fótbóltsuppvøkstur. Hann byrjaði hjá Manchester City og fór síðani til Southampton. Tað er eisini í Southampton, at hann hevur spælt flestu dystirnar. Hann hevur spælt 25 dystir í U18 Premier League og 16 dystir í Premier League 2 fyri Southampton. Hann hevur eisini verið partur av U15 og U16 landsliðshópinum hjá Onglandi.
Álopskendi spælarin hevur harvið spælt eitt sindur í eykadeildini hjá Premier League. Hann varð eisini leiðagur út til nøkur lægri feløg í Onglandi, har hann millum annað spældi nakrar dystir í League 2 (fjórðbestu deildini).
Í fjør skifti Braithwaite til Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Har hevur hann spælt 11 dystir, og nú hevur 07 Vestur leigað 21-ára gamla bretan.
Teir báðir ið 07 Vestur fer at leiga úr Vendsyssel (Mynd: Vendsyssel)
Benni kemur til landið hósdagin og byrjar at venja saman við hópinum hjá Steffen Landro og Tór-Ingari Akselsen. Við honum kemur Mads Christiansen. Ungi danin hevur spælt ungdómsfótbólt í Randers og hevur ikki heilt fingið sítt gjøgnumbrot í Vendsyssel enn:
Harvið er ungi danin meira til verjukenda partin. Benni Smales-Braithwaite legst afturat álopskenda partinum, sum 07 Vestur nú hevur fingið fýra útlendskar spælarar inn til at styrkja.
Les eisini: 07 Vestur hevur funnið enn ein áleypara
Keldur: 07vestur.fo, transfermarket.com og Vendsyssel FF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald