Fótbóltur

07 Vestur hevur funnið enn ein áleypara

25-ára Emil Grønn Pedersen hevur spælt í næstbestu og triðbestu norsku deildini. Norðmaðurin hevur longu roynt seg í venjingardysti fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hevur Emil Pedersen verið knýttur at Start í Noregi. Hann spældi fýra dystir fyri felagið í næstbestu norsku deildini í fjør, men hevur annars leigaður út til onnur feløg (Mynd: 07vestur.fo)

Seinnu árini hevur Emil Pedersen verið knýttur at Start í Noregi. Hann spældi fýra dystir fyri felagið í næstbestu norsku deildini í fjør, men hevur annars leigaður út til onnur feløg (Mynd: 07vestur.fo)

2024-01-30 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nýggjasti leikari okkara er Emil Grønn Pedersen, sum vit hava leigað hetta kappingarárið. 25 ára gamli áleyparin kom til landið leygarmorgunin. Hann spældi við í fyrra hálvleiki í venjingardystinum móti B68.

Soleiðis skrivar 07 Vestur á heimasíðu sínari.

Emil Pedersen byrjaði við at brenna brotsspark, sambært FaroeSoccer. Hann er annars ein av teimum, ið skal skora málini fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hevur Emil verið knýttur at Start í Noregi. Hann spældi fýra dystir fyri felagið í næstbestu norsku deildini í fjør, men hevur annars leigaður út til onnur norsk feløg.

Áleyparin hevur samanlagt spælt 45 dystir í triðbestu deildini, og í 2022 skoraði hann 8 mál í 20 dystum fyri Fløy. Sambært Transfermarket hevur hann 12 dystir í næstbestu norsku deildini og 12 í norsku steypakappingini.

Sum heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, so kemur nýggi spælarin frá veruligari fótbóltsfamilju í Noreg.

- Emil kemur úr eini sera traditiónsríkari og aktivari fótbóltsfamilju. Pápi hansara, Steinar Pedersen, er kendur bæði sum fótbóltspælari og venjari. Abbin, Erik Ruthford Pedersen, er eisini fótbóltsvenjari. Teir fara sikkurt at fylgja væl við, nú Emil skal stríðast fyri 07 Vestur.

Álopskendu Uros Stojanov (ÍF) Jasper van der Heyden (NSÍ) og Jóhann Hansson Joensen (B68) eru allir burtur í mun til heim í fjør. 07 Vestur hevur tó fingið annan álopskendan styrk úr Noreg - Maxwell Effiom og Filip Brattbakk - og Oddur í Haraldsstovu Petersen, ið skoraði 7 mál í fjør, halda fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder