Fótbóltur

Brian Jakobsen skal kappast um álopspláss í B36

33-ára gamli strandingurin vendir aftur til felagið, sum hann spældi fyri frá 2019 til og við 2022. Partarnir hava gjørt eitt-ára sáttmála.

Brian Jakobsen í Conference League-dysti móti Viborg í 2022, har áleyparin vísti seg væl fram. B36 hevur ikki evropeiskan fótbólt á skránni í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen í Conference League-dysti móti Viborg í 2022, har áleyparin vísti seg væl fram. B36 hevur ikki evropeiskan fótbólt á skránni í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-15 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør spældi hann við B68, í 2023 við AB og í árunum frá 2019 til og við 2022 við B36.

Nú er strandingurin, sum er uppvaksin í Skála ÍF, aftur í havnarfelagnum, ið hann vann steypakappingina við í 2021.

B36 skrivaði í gjárkvøldið, at  Brian Jakobsen fer í ár aftur at spæla fyri B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025.

Brian Jakobsen er 33 ára-gamal, og hann er higartil skrásettur fyri 199 dystir og 60 mál í bestu deildini, sambært Faroesoccer.

Fyrr í vetur hevur B36 gjørt sáttmála við Filip Djordjevic. Gutti Dahl-Olsen er eisini knýttur at felagnum og ein møguleiki til fremstu plássini saman við nakað yngri og lokala Tobiasi Hansen.

[object Object]
Kappingarárið hjá Briani í B68 hilnaðist ikki so væl. Hann hevði nakrar góðar løtur í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder