B68 fær ikki nógvar nýggjar spælarar inn til nýggja kappingarárið, og missir millum annað Mohammed Samba (HB), Boubacar Dabo og Sebastian Lau Nielsen. Hesir útlendsku spælarar hava í ymsum tíðarskeiðum seinastu tvey árini havt stóran týdning fyri álopskenda spælið hjá B68.
Sum bolt.fo skrivaði seinnapartin í gjár, so hevur B68 tó vunnið kappingina um undirskriftina hjá Briani Jakobsen.
32-ára gamli strandingurin skoraði 11 mál fyri AB í ár - harav níggju eftir summarsteðgin - og var í uppskoti sum ársins áleypara.
Brian Jakobsen kom av álvara í gongd í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Nú AB flutti niður, vildu sum verða man fleiri hava fatur á Briani, og tað eydnaðist Jákupi á Borg og B68. Brian Jakobsen hevur áður spælt fyri sama høvuðsvenjara - tað var í B36 í 2019 og 2020.
Umframt B36 og AB hevur Brian spælt fyri barndómsfelagið Skála í Betrideildini. Sterki áleyparin hevur, sambært FaroeSoccer, samanlagt 176 dystir í bestu deildini. Har hevur hann skorað 56 mál. Hagtølini í 1. deild og í steypakappingini eru eisini góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald