Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar vóru hesi:
Byggitilfar: (Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Magni Jøkladal, Pól Egholm)
Jóannes Mouritsen: (Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen)
Dia & Kúllarnir: (Arnbjørn Sivertsen, Rúni Mouritsen, Eyðun Anthoniussen, Dia Jacobsen)
Jassarnir: (Viggo Johannesen, Øssur Winthereig, Petur Annfinn Johannesen, Heini Joensen)
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Byggitilfar og Jassunum, meðan liðini hjá Dia & Kúllunum og Jóannes Mouritsen hittust í hinari hálvfinaluni.
Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum, hevði Byggitilfar vunnið sær eina lutfallsliga greiða leiðslu móti Jassunum, meðan Jóannes Mouritsen hevði leiðsluna móti Dia & Kúllunum.
Dystargongdin helt áfram í seinna hálvleiki. Byggitilfar vann annan hálvleik greitt á Jassunum, meðan Jóannes Mouritsen vann ein lutfallsliga greiðan sigur á Dia Kúllunum. Harvið tryggjaðu Byggitilfar og Jóannes Mouritsen sær finaluplássini.
Í fyrra hálvleiki av finaluni leikaði sera javnt á og endaði fyrri hálvleikur við at Jóannes Mouritsen hevði eina lítla leiðslu á 3 imp.
Í seinna hálvleiki leikaði sum heild eisini javnt á. Fleiri spennandi spøl vóru har úrslitini sveiggjaðu til báðar partar, men endin gjørdist at Byggitilfar vann ein tættan finalusigur og gjørdust sostatt steypavinnarar 2024.
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald