Annað

Bridge: FM-kappingin fyri lið farin av bakkastokki

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur lagt seg á odda í kappingini.

Jóannes Mouritsen og Per Kallsberg spæla við á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr. Í miðjuni Marjun Restorff

Jóannes Mouritsen og Per Kallsberg spæla við á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr. Í miðjuni Marjun Restorff

2021-10-07 08:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var Bridgehúsið í Gundadali karmur um fyrstu umførini í FM-kappingini fyri lið. Hetta kappingarárið eru átta lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla tveir dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum.

Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør, og tann, sum tá er fremstur, verður føroyameistari.

Úrslitini í fyrstu trimum umførunum vóru hesi:

Umfar 1:
Jassarnir – Danny Danielsen 16,52 – 3,48
Dánjal Pauli Mohr – Suðuroyar Bridgefelag 20,00 – 0,00
Robert Langgaard – Allan Dal-Christiansen 6,59 – 13,41
Finn Ougaard – Henriette Svenstrup 7,00 – 13,00

Umfar 2:
Danny Danielsen – Henriette Svenstrup 5,42 – 14,58
Allan Dal-Christiansen – Finn Ougaard 13,00 – 7,00
Suðuroyar Bridgefelag - Robert Langgaard 1,47 – 18,53
Jassarnir – Dánjal Pauli Mohr 2,10 – 17,90

Umfar 3:
Dánjal Pauli Mohr – Danny Danielsen 17,19 – 2,81
Robert Langgaard – Jassarnir 17,79 – 2,21
Finn Ougaard - Suðuroyar Bridgefelag 7,00 – 13,00
Henriette Svenstrup – Allan Dal-Christiansen 0,00 – 20,00

Støðan eftir fyrstu trý umførini er hendan:

  1. Dánjal Pauli Mohr 55,09 stig
    2. Allan Dal-Christiansen 46,41 stig
    3. Robert Langgaard 41,91 stig
    4. Henriette Svenstrup 27,58 stig
    5. Finn Ougaard 21,00 stig
    6. Jassarnir 20,83 stig
    7. Suðuroyar Bridgefelag 14,47 stig
    8. Danny Danielsen 11,71 stig

Komandi trý umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. november.

 

placeholder
placeholder