Annað

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen lagt seg á odda í FM kappingini

Seinastu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. apríl.

2024-02-25 17:33 Author image
Innsent
placeholder

Leygardagin 24. februar 2024 vóru ávikavist tveir dystir í A-bólkinum og tríggir dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali.

Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

A-bólkur umfar 3:
Jóannes Mouritsen – Byggitilfar, 14,09 – 5,91
Rinkuhúsini – Dia og kúllarnir, 10,00 – 10,00

A-bólkur umfar 4:
Byggitilfar – Dia og kúllarnir, 6,06 – 13,94
Rinkuhúsini - Jóannes Mouritsen, 0,50 – 19,50

Støðan eftir at fýra av teimum seks umførunum í A-bólkinum eru leikt er hendan:
Jóannes Mouritsen, 76,46 stig
Byggitilfar, 51,32 stig
Dia og Kúllarnir, 39,63 stig
Rinkuhúsini, 22,59 stig

Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

B-bólkur umfar 4:
Rútar 7 – Jassarnir, 12,55 – 7,45
Blandaði Bomm – Snekkjurnar, 14,39 – 5,61
Hallur Ellingsgaard – Henriette Svenstrup, 12,29 – 7,71

B-bólkur umfar 5:
Henriette Svenstrup – Rútar 7, 0,00 – 20,00
Snekkjurnar – Hallur Ellingsgaard, 17,59 – 2,41
Jassarnir – Blandaði Bomm, 7,97 – 12,03

B-bólkur umfar 6:
Rútar 7 – Blandaði Bomm, 12,55 – 7,45
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard, 4,08 – 15,92
Snekkjurnar – Henriette Svenstrup, 18,55 – 1,45

Støðan eftir at seks av teimum 10 umførunum í B-bólkinum eru leikt er hendan:
Rútar 7, 99,82 stig
Hallur Ellingsgaard, 77,57 stig
Henriette Svenstrup, 67,65 stig
Blandaði Bomm, 65,24 stig
Snekkjurnar, 64,74 stig
Jassarnir, 59,97 stig

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Seinastu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. apríl 2024, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.
Dystarskráin er ar finna á heimasíðuni www.bridge.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder