Fótbóltur

Bronsa í Baltic Cup eftir fyrsta sigurin á Lettlandi síðani 2016

Ikki so hendingaríkt men Føroyar vóru meira vandamiklar í Riga, og innskiftarar avgjørdu. Tað var Hanus Sørensen, sum tíggju minuttir fyri leiklok skoraði einasta málið í dystinum - eftir vælspælt álop.

Hanus Sørensen varð skiftur inn og gjørdi bart. Eftir fimta landsliðsmálið hevði hann eisini eina serliga heilsan - her sæst Hanus í 1-1 javnleikinum móti lettum í oktober 2024. Tá skoraði hann eisini (Mynd: Andrei Antal/AVA Photography)

Hanus Sørensen varð skiftur inn og gjørdi bart. Eftir fimta landsliðsmálið hevði hann eisini eina serliga heilsan - her sæst Hanus í 1-1 javnleikinum móti lettum í oktober 2024. Tá skoraði hann eisini (Mynd: Andrei Antal/AVA Photography)

2026-06-09 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava framvegis vunnið yvir helmingin av dystunum, síðani Eyðun Klakstein við toymi tóku við. Hetta er greitt eftir bronsudystin í fýra-landa venjingarkappingini Baltic Cup í dag: Dystur nummar 15 hjá manslandsliðnum síðani november 2024 og sigur nummar átta; harav eru fimm sigrar í kappingardystum og tríggir í venjingardystum.

Hetta var ein venjingardystur, men tað hevði tó týdning fyri Føroyar at vísa meira enn í 1-0 tapinum í Estlandi leygardagin. Tað gjørdu føroyingar eisini, tó at undirhaldsvirði ikki var tað størsta og spælið ikki tað mest flótandi í sólini í Riga. Til tíðir kundi man ynskt meira.

Føroyska liðið helt tó í stóran mun lettisku vertunum frá málmøguleikum, hevði rímiligt tamarhald og skapti fleiri vandastøður. Stutt fyri steðgin vóru nakrar slíkar, og serliga Jákup Biskopstø Andreasen var nær við.

[object Object]
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Tað vísti seg eisini aftur, at føroyska liðið hevur fitt av breidd. Fimm broytingar vóru gjørdar í mun til seinasta dyst, og av teimum nýggju var Gullbrandur Øregaard úr Sandnes Ulf ein, ið vísti seg væl fram, eins og Geza David Turi á miðvøllinum. Áki Samuelsen spældi fyri fyrstu ferð frá byrjan í A-landsliðshøpi.

Teir innskiftu álopskendu spælararnir avgjørdu dystin. Petur Knudsen var við at fáa gott lív í og dribblaði seg í støðu at leggja Føroyar á odda. Tað gjørdi hann ikki, men stut seinni legði NSÍ-spælarin væl av til Jóannes Bjartalíð, sum ógvuliga væl fann Hanus Sørensen. Góð renning nakað til vinstru, púra røtt fyrsta nerting, og so setti vongurin bóltin í netið umvegis málverjan hjá Lettlandi.

Fimta A-landsliðsmálið hjá 25-ára gamla havnarmanninum í landsdysti nummar 28, og aðru ferð Hanus Sørensen skorar móti júst Lettlandi. Fyrru ferð var í Nations League-dysti á Tórsvølli í oktober 2024.

Hesaferð fegnaðist Hanus Sørensen á serligan hátt: Við at vísa eina undirtroyggu við einari vakrari heilsan til stórusystir sína, sum í løtuni stríðist við krabbamein.

[object Object]
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

[object Object]
Hanus Sørensen í Riga í 2024, tá Føroyar taptu fyri Lettlandi. Hesaferð eydnaðist hjá honum og landsliðsliðfeløgunum at vinna á baltiska liðnum - fyri aðru ferð í søguni

[object Object]Petur Knudsen brendi ein stóran málmøguleika í dystunum fyri skjótt tveimum árum síðani. Í dag var NSÍ'arin aftur nær við - hann kom væl inn og var við í føroyska málinum (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Tað kom einki mál afturat, men tað var nærri 2-0 enn 1-1. Serliga í yvirtíðini eftir at Petur Knudsen varð feldur eftir gott mótálop. Petur skeyt sjálvur úr umleið 20 metrum, og bólturin rakti stongina.

[object Object]
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Føroyar vunnu fyri aðru ferð í níggju royndum á Lettlandi. Seinast var í HM-undankappingardysti í 2016. Tað var eisini í Riga; tá skoraðu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson í 2-0 sigrinum.

Harvið ein góðkendur endi uppá eina blandaða Baltic Cup-uppliving og ein fín upptakt til Nations League, sum byrjar síðst í september. Tá eru Slovakia, Kasakstan og Moldova mótstøðuliðini í einum bólki, har Føroyar kunnu fáa nógv burturúr av at standa seg væl.

---------------------------------------------------------

Baltic Cup 2026 - dystur um 3. plássið
Týsdagin 9. juni
Lettland - Føroyar 0-1 (0-0)
81' Hanus Sørensen (Jóannes Bjartalíð) 0-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen (85' Ari Olsen), Samuel Johansen Chukwudi (46' Arnbjørn Svensson) Gunnar Vatnhamar, L,  Gullbrandur Øregaard (85' Viljormur Davidsen), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (73' Noah Mnenéy), Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen (62' Jóannes Bjartalíð), Áki D. Samuelsen (62' Hanus Sørensen) – Adrian Justinussen (73' Petur Knudsen)

Venjari: Eyðun Klakstein

Dagført: 19.48

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder