Fótbóltur

Brotsspark gjørt munin í Lille

Odmar Færø feldi fraklending, og heimaliðið tók av. KÍ hevur annars verið omaná, hvat málmøguleikum viðvíkur - summir hava verið heilt stórir.

Lille skoraði í 28. minutti, men annars hevur KÍ verið meira vandamikið (Mynd: Sverri Egholm)

Lille skoraði í 28. minutti, men annars hevur KÍ verið meira vandamikið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-14 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lille hevur havt eitt skot á mál móti einum hartarbeiðandi og vælskipaðum KÍ-liði. Hetta hevur tó verið nóg mikið hjá heimaliðnum í mun til at vera á odda eftir fyrra hálvleik í 6. umfari í Conference League-bólkaspælinum. 

Í 28. minutti varð brotsspark dømt móti Odmari Færø. Ársins verjuspælari og ársins landsliðsspælari var óneyðuga ágangandi og heldur óheppin, tá hann líka traðkaði á Lille-leikara, ið vendi móti málinum beint innanfyri brotssteigin. Tunt, men helst í lagið, og Yusuf Yazici var eirindaleysur úr ellivu metrum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Leiðslan hjá Lille er tó ikki í tráð við leikgongdina. Gamaní rakti bólturin KÍ-stongina í 2. minutti í samband við hornaspark. Annars eru tað teir í bláum og hvítum, ið hava havt málmøguleikarnar.

Fyrst fann Sivert Gussiås væl Árna Frederiksberg, eftir at norðmaðurin hevði vunnið nærdyst í kontraálopi. Vito Mannone bjargaði tó skotroyndini hjá 7'aranum, ið hevur gjørt stóran mun fyri KÍ í kvøld.

Løtu seinni endaði bólturin við frálíka vinstra beinið hjá púra fríum Vegard Forren í samband við innkaststøðu, men aftur var Mannone fyri skotið, ið var hart men ikki nóg uttarliga.

Bólturin endaði eisini á Lille-yvirleggjaran í samband við hornasparksstøðu, tá heimaliðið ikki fekk ruddað bóltin burtur, og Heini Vatndal fekk høvdið á bóltin. Uppá ein annan deyðbólt var Odmar nær við at flukta bóltin í franska málið.

[object Object]
Heinir Vatnsdal var ógvuliga nær við at javna fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Sivert Gussås hevur eisini havt góða skotstøðu, og Árni Frederiksberg eitt fínt beinleiðis fríspark á mál. Tvær ferðir, tá Lille hevur bygt upp í egna brotssteigi, hevur KÍ fangað bóltin, og tað hevur verið um reppið at gerast heilt vandamikið.

Lille hevur havt bóltin væl meira, men teir hjá KÍ hava torað at spælt og hava skapt ovmikið av góðum støðum til at skora. Føroyameistararnir eru framvegis við í dystinum, og higartil bendir nógv á, at teir kunnu fáa nakað burturúr. 

UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12

20.00: 
LOSC Lille -
 KÍ (1-0)
29' Yusuf Yazici, br.

KÍ (5-4-1): 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva  - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Sivert Gussiås 

Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana (1-1)

Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig

Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder