Eftir tungt trýst í fyrra hálvleiki, har Føroyar partvíst vóru hepnnar ikki at koma afturum, var væl betri føroyskt tamarhald á støðuni eftir steðgin.
Les meira um fyrra hálvleik her.
Sonni Ragnar Nattestad hevði stútara á kekkiska málið, eftir at Føroyar hildu væl fast í einum álopi. Tað gjørdist nakað betri við bólti men serliga eydnaðst væl at halda heimaliðnum frá uppløgdum málmøguleikum í 2. hálvleiki.
Tann størsta fekk Kekkia, tá eitt korter var eftir- Føroyska liðið fylgdi ikki nóg væl við einaru støðu: Renning og bóltur innum Sonna Ragnar Nattstad, Odmar Færø royndi at kasta seg fyri bólti innfyri máli og bólturin í hondina á Odmari - eins og í Póllandi.
Kekkia legði seg á odda 1-0 við brotssparki eitt korter fyri tíð (Mynd: Sverri Egholm)
Thomas Soucek var ísakaldur úr ellivu metrum. Sølvi Vatnhamar fekk ógvuliga góða støðu løtu seinni eftir gott føroyskt spæl, og at kekkiskur verjuspælari gleið, men hann megnaði tíverri at koma fyri aftur og blokera skotinum hjá Sølva í brotsteignum.
0-1 og eitt gott føroyskt avrik á nógvan hátt - tíverri fekk man ikki løn fyri harða stríðið.
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 15. oktober
Kekkia - Føroyar 1-0 (0-0)
76' Thomas Soucek, br. (1-0)
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald