Annað

Burn Showdown 2018 - uppaftur størri enn í fjør

Um vikuskiftið verður fyri aðru ferð skipað fyri Burn Showdown í ítróttarhøllini á Hálsi.

Frá Burn Showdown í fjør (Savnsmynd: Olaf Olsen)

Frá Burn Showdown í fjør (Savnsmynd: Olaf Olsen)

2018-11-14 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør var kappingin tann størsta av sínum slag, sum hevði verið í Føroyum, og tað er hon aftur hesaferð. Tí talan er í ár um 20 kappingar og luttakaratalið táttar í 200.

- Fyrireikingarnar eru um at vera lidnar, og vit gleða okkum sera nógv til at bjóða luttakarum og gestum vælkomnum í høllina til eitt so fjølbroytt tiltak, sum vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum.

Tað sigur Jákup Súni Berg, fyriskipari av Burn Showdown-tiltakinum, sum verður í báðum hallunum á Hálsi um vikuskiftið.

Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri Showdown, og Jákup Súni Berg dylir ikki fyri, at endamálið er, at Showdown skal vera eitt árligt afturvendandi tiltak. Og hann hevur góðar vónir um at tað fer at bera til. Serliga tí tiltakið nú hevur fingið góðkenning frá IFBB, altjóða sambandinum fyri bodybuilding og fitness, sum var stovnað í 1946.

- Góðkenningin merkir ikki bara at talan er um eina IFBB-kapping. Burn Showdown 2018 er eisini ein Pro League-kapping, har tað er møguligt at vinna Pro Cards. Tey, sum vinna eitt Pro Card, gerast yrkisítróttarfólk í fitness, og tað hevur nógvar fyrimunir við sær. Vit útluta Pro Cards til vinnararnar av átta greinum í fitness, og júst tað er ein av orsøkunum til, at útlendski áhugin at vera við til Showdown í ár er størri enn hann var í fjør, sigur Jákup Súni Berg.

Tað eru tó ikki bara útlendskir íðkarar við til fitness-kappingarnar í Showdown, tí í minsta lagi 10 føroyskir íðkarar, bæði kvinnur og menn, hava meldað til kappingarnar.

Sterkir menn eru eisini á skránni. Í ár eru átta luttakarar við í kappingini og teir koma úr sjey ymiskum londum. Føroyum, Svøríki, Bretlandi, Pólandi, Litava, Danmark og Grønlandi. Og dómarin er tann sami sum í fjør, Bill Kazmaier, sum er úr USA.

Hesaferð eru tveir føroyingar við í kappingini. Ella hálvurannar. Bjarni Nielsen, sum býr og venur í Føroyum, og svenski John Wiberg, sum er hálvur føroyingur, við ættarbondum í Leirvík.

Í grundini var tað kappingin hjá sterku monnunum, sum vakti áhugan hjá Jákup Súna Berg at skipa fyri einari slíkari stórkapping í Føroyum.

- Hugskotið stavar frá kappingini, sum eitur Arnold Classic, har skipað verður fyri nógvum kappingum undir einum. Tað hevði eg hug at royna í Føroyum. Men eg má viðganga, at eg visti ikki at tað fór at bera til at fáa tiltakið so stórt sum tað er blivið. Men tað fegnist eg um, og serliga, at undirtøkan millum áskoðararnar er so góð sum hon hevur verið; og tað vóni eg, at hon eisini verður í ár, sigur Jákup Súni Berg.

Nýtt á skránni í ár er MMA, sum stendur fyri Mixed Martial Arts. Tað er á skránni fríggjakvøldið beint eftir sterku menninar, og fram móti midnátt fríggjakvøldið vera sjey dystir í ringinum.

Annars vera tað tær sterku kvinnurnar, sum byrja kappingina fríggjadagin.

Sí myndirnar frá Burn Showdown í 2017 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder