Fótbóltur

Burton skal venda 9-0 tapi móti meistarunum

Burton tapti 9-0 í fyrru hálvfinaluni móti Manchester City. Í kvøld fær liðið møguleika at hevna seg.

2019-01-23 15:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í kvøld verður seinna hálvfinalan millum Burton Albion og Manchester City í Carabao Cup steypakappingini spæld.

Burton var fyri lemjandi tapi í fyrru hálvfinaluni, tá ensku meistararnir vunnu heili 9-0.

Burton hevur so gott sum ongan livandi kjans at spæla seg víðari til finaluna, men í kvøld fáa teir møguleikan at reisa seg á heimavølli móti ríkmannafelagnum.

Dysturin verður spældur kl. 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder