
Fyrrapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggivirkið KBH og Nes kommunu. Hetta um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði báðumegin verandi bygning.
Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.
Í løtuni hevur Svangaskarð bert sitipláss undir "fríum himmli". Her er gott at sita góðveðursdagar, men í kulda, vindi ella regni - ella øllum hesum - er tað ikki nummar eitt.
Tað sæst javnan, at fólk stúgva seg saman undir takinum beint uttanfyri B68-húsið. Helst verður hetta øðrvísi í framtíðini,.
Eitt regnveðurskvøld á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)
Áleið soleiðis sær tað út á Svangaskarði nú - har er ikki tak yvir sitipláss, sum nú er (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Kommunan kunnar um, at pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum, tá alt verður liðugt. Aftan fyri áskoðaraplássini verður eisini ein breiður plattur, har fólk fær staðið.
Nes kommuna tók av lægsta tilboðnum uppá verkætlanin, sum var frá KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.
Miðjað verður ímóti at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar, meðan seinni parturin verður liðugur til heystar.
- Sandavágs Timburhandil fer at veita stálkonstruktiónina. Teknistovan í Gøtu og Spenn hava staðið fyri projekteringini. Fyri Nes kommunu verður tað Teknistovan í Gøtu, sum fer at hava byggileiðsluna og eftirlitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald