Fótbóltur

Byrja á útivølli móti Moldova

Skráin fyri komandi EM-undankapping er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin fríggjadagin 24. mars á útivølli móti Moldova.

Næsta EM-undankappingin byrjar á útivølli móti Moldova (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Næsta EM-undankappingin byrjar á útivølli móti Moldova (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2022-10-10 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Á middegi sunnudagin var lutakastið í samband við komandi EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Føroyar komu í bólk E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova.

Av hesum fýra londunum, er tað fyrsta ferð, at føroyska manslandsliðið skal møta Albania.

Leikskráin til undankappingina er nú klár, og hon sigur, at Føroyar byrja á útivølli móti Moldova fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45. Føroyska liðið endar eisini kappingina á fremmandum grasi. Síðsti dysturin verður í Albania mánadagin 20. november.

Skráin
24. mars Moldova – Føroyar (kl. 19:45)
17. juni Føroyar – Kekkia (kl. 19:45)
20. juni Føroyar – Albania (kl. 19:45)
7. sept. Pólland – Føroyar (kl. 19:45)
10. sept. Føroyar – Moldova (kl. 17:00)
12. okt. Føroyar – Pólland (kl. 19:45)
15. okt. Kekkia – Føroyar (kl. 17:00)
20. nov. Albania – Føroyar (kl. 19:45)

Sjálvt EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli í 2024.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder