Fótbóltur

Byrja heilsufótbólt fyri 60+ í Vágum

Í næstum fara Vága kommuna og Sørvágs kommuna at bjóða eitt nýtt tilboð.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2023-04-29 17:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya varð í heyst skipað fyri einari granskingarverkætlan við heilsufótbólti 60+. Verkætlanin eydnaðist væl, og hevur FSF í hesum sambandi samskift við aðrar kommunur um líknandi tilboð fyri borgarar í 60+ aldursbólkinum.

Og nú fara bæði Sørvágs kommuna og Vága kommuna at bjóða heilsufótbólt fyri hendan aldursbólkin. Í farnu viku skipaði Fróðskaparsetur Føroya fyri skeiði fyri teimum, sum koma at standa fyri venjingunum, og nú er klárt hjá luttakarum at melda til, skrivar heimasíðan hjá FSF.

– Eg eri sera glaður um, at vit nú kunnu bjóða okkara 60+ borgarum hetta tilboð. Eftir at hava fylgt við á síðulinjuni, hvussu hetta heilsuátak hevur riggað hjá Klaksvíkar kommunu, valdu vit eisini at bjóða tað út sum liður í ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, ið vit eru partur av, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at tey eisini eru sera spent at byrja nýggja tilboðið, og er vónin, at borgarar taka væl ímóti tí.

Kommunurnar í Vágum samstarva um heilsufótbóltin og hava savnað eitt toymi við fimm persónum, sum koma at hava ábyrgdina av venjingunum. Vant verður tó í tveimum ymiskum bólkum, ið koma at venja í ávikavist Vága kommunu og Sørvágs kommunu. Fyri fyrst verður vant í níggju vikur (fram til 30. juni), og um undirtøkan er góð, er ætlanin at byrja aftur í august mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder